Iran hevur hótt við at leypa á amerikonsk universitet í Miðeystri, eftir at tvey universitet vórðu rakt í einum álopi á iranska høvuðsstaðin Teheran um vikuskiftið. Tað hevur fingið fleiri amerikonsk universitet í økinum at flyta undirvísingina á netið.
American University í Armenia hevur valt at hava alla undirvísingina umvegis netið í dag.
Líknandi fráboðanir eru komnar frá American University of Beirut í Libanon, har øll undirvísing verður flutt á netið komandi tveir dagarnar, og frá American University of Madaba í Jordan, har undirvísingin verður á netinum fram til hósdagin, skrivar Ritzau.
Universitetið í Armenia skrivar, at avgerðin er tikin fyri at binda um heilan fingur, og hevur stovnurin ikki fingið nakrar beinleiðis hóttanir.
Les eisini: Iran hóttir við at leypa á amerikonsk universitet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald