Innanlands

Fleiri bátar tørv á hjálp

Fríggjadagin var boð eftir Sverra, Ziska og Brimli at hjálpa tveimum havhestabátum og einum partrolara

Rescue Sverri (Savnsmynd: jn.fo)

Rescue Sverri (Savnsmynd: jn.fo)

2023-08-27 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var fleiri ferðir boð eftir bjargingarbáti, tá tveir havhestabátar og ein partrolari høvdu tørv á sleipi til lands, skrivar Vørn.

Tað var beint eftir klokkan átta, at fyrsti báturin bað um hjálp, tí hann hevði fingið maskinbrek vestur úr Trøllhøvda.

Báturin bað um sleip til Havnar, og Rescue Sverri var boðsendur. Løtu seinni fekk báturin tó motorin í gongd aftur og sigldi víðari við egnari megi.

Stutt eftir klokkan 11 bað ein partrolari um hjálp, tí hann hevði fingið maskinbrek á Nólsoyarbankanum. Brimil kom á Runavík við bátinum fríggjakvøldið.

Klokkan 19 bað enn ein bátur um hjálp stutt eystur úr Svínoynni. Ziska fór til bátin og hjálpti honum til lands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder