Fleiri bilførarar hava havt tað trupult

Í summum førum er tað nógv hálka, og hjá øðrum er tað vindur, ið hevur órógvað. Tó hevur einki álvarsamt ferðsluóhapp verið seinasta samdøgrið, men løgreglan minnir á at koyra eftir umstøðunum

2023-01-18 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsverk ávarar framvegis um, at tað er sera hált og glerstoytt í støðum um alt landið, og av løgreglustøðini í høvuðsstaðnum frætta vit, at fleiri bilførar veruliga hava merkt til trupulu umstøðurnar seinasta samdøgrið.

Vaktleiðarin upplýsir, at fleiri bilar eru farnir á glið í nógvu hálkuni, og nakrir eru farnir útav ella partvíst útav vegnum, so at neyðugt hevur verið at hálað teir upp aftur.

Eisini hevur nógvur vindur órógvað ymsastaðni, og av hesum eru bilar eisini farnir útav.

Ringar umstøður hava verið í nógvum støðum kring landið, og fráboðanir eru eisini komnar úr nógvum ymiskum pørtum av Føroyum. Tíbetur hevur tað ikki verið talan um álvarsom ferðsluóhapp.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini minnir tó framvegis á, at tað er umráðandi at koyra eftir umstøðunum, nú koyrilíkindini ikki eru sum vanligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder