Innanlands

Fleiri bøtur fyri koyring við handhildnari telefon

Ferðslueftirlitið við skúlarnar halda fram. Fleiri átalur vórðu givnar í gjár um børn, sum ikki eru rætt íbundin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-06 07:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan skrásetti fimm mál í sambandi við ferðsluátak í gjár, fyrst í Havn fyrrapartin og seinni í Vágum tvørtur um middagsleitið.

Í fýra førum var talan um akstur við handhildnari telefon, sum gevur eina bót á túsund krónur. Í fimta førinum var útskrivað bót til bilførara, sum koyrdi við óvirknum ljósum.

- Vanligt er, at vit geva bilførara ávaring, um talan er um eina peru, sum er brostin. Tað kann vera, at førarin ikki veit av tí. Men í hesum føri, tá bót var útskrivað á staðnum, var talan um bil við meira enn einum lyktafeili, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Í gjár – og aftur í morgun – var løgreglan úti á skúlum og kannaði eftir um børnini vóru rætt íbundin. Fleiri ávaringar vórðu givnar, har løgreglan átalar, at foreldrini ikki ansa nóg væl eftir, um børnini eru rætt íbundin. Tað snýr seg mest um at siga við tasku á bakinum og at trygdarbeltini ikki heilt svara til hæddina á barninum.

Seinnapartin í gjár varð ein eldri bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tað hendi í Sundalagnum, har bilførarin við lágari ferð koyrdi av vegnum. Alkometrið vísti, at førarin var ávirkaður, og viðkomandi varð handtikin fyri at taka blóðroynd.

Í Havn varð boðað frá einum fullum manni, sum lá og svav á einum plássi, har nógv børn ferðast. Løgreglan fór á staðið, og fekk avtalu við Herbergið um at taka sær av manninum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder