Innanlands

Fleiri bygdaleiðir givnar at koyra

Illveðrið ávirkar nú eisini koyringina hjá Bygdaleiðum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-14 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan boðar nú frá fleiri avlýsingum orsakað av illveðrinum.

Umframt at siglingin er avlýst á Suðuroyarleiðini, Kalsoyarleiðini, Svínoyar- og Fugloyaleiðini og Skúvoyarleiðini, eru fleiri bygdaleiðir eisini givnar at koyra.

Leiðirnar, sum eru givnar at koyra vegna verður, eru 700, 701, 506, 600, 601, 100, 200, 201, og 202.

Leið 410 koyrir heldur ikki í løtuni orsakað av skriðulopinum á Fuglafjarðarvegnum.

Sí kunning á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder