Uttanlands

Fleiri deyð av Coronavirusi enn av SARS í Kina

Nýggjastu tølini frá Kina vórðu kunngjørd tíðliga í morgun: 813 eru deyð orsaka av virusinum og yvir 37.000 eru smittaði av tí.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-09 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2002 og 2003 herjaði SARS á líknandi hátt, sum Coronavirusi hevur gjørt síðani síðst í 2019. Tað minti um hesa sjúkuna, hevði sín uppruna í Kina og herjaði allarmest í heimsins fólkaríkasta landi. Tá doyðu 774 fólk í Kina. Nú eru 813 fólk deyð orsaka av virusinum.

SARS smittaði tó als ikki eins nógv fólk, men drap hinvegin lutfalsliga væl fleiri. Áleið 10. hvør persónur doyði av "Severe acute respiratory syndrome". 

Talið av smittaðum um dagin, í mun til dagin fyri, hevur verið minkandi í seinnu hálvu av hesari vikuni, og heimsheilsustovnurin boðaði í gjár frá, at tað er við at gerast meira støðugt, men fær ikki staðfest um virusi hevur rakt hæddirnar. 

Í nátt eru yvir 2000 tilburðir afturat staðfestir, og nú er talið av smittaðum farið uppum 37.000 í Kina. Áleið 20.000 læknar/sjúkrarøktarfrøðingar eru send til Hubei-landslutin, og umboð fyri WHO koma til Kina í morgin at kanna støðuna nærri. Tað var í milliónabýinum Wuhan í Hubei, at virusi fyrsti varð staðfest. WHO hevur staðfest, at sambært væntaðu tølunum hava heilsu- og trygdarfólk, ið eru í mest ávirkaðu økjunum, tørv á 7 til 10 prosentum av "heimsins goymslu" av verjumaskum. Júst tað er tørvur á í fleiri støðum í Kina í løtuni.

Lond halda fram við at flyta sínar ríkisborgarar úr Kina. Í gjárkvøldið fóru sjey danir úr Wuhan. Hetta var triðja flogfarið, har danir sum hava veirð í økinum, eru umborð. Eingin tilburður er staðfestur í Danmark, hóast nøkur fólk eru kannaði fyri virusið. Coronavirusi er staðfest í 25 londum - í morgun fekk Spania ein smittaðan afturat, og tað var á Mallorca.   

Les eisini: Kinesisk kvinna koyrd við sjúkrabili úr Kastrup
                 Áleið 5000 fólk á Ferðamannskipum sleppa ikki í land


Millum tey ið eru ávirkaði av Coronavirusinum eru ferðamannaskip. Bretska-amerikanska Westerdam hevur ongan smittaðan umborð, men nøkur lond hava ikki vilja tikið ímóti skipinum, tí ein persónur úr Hong Kong, ið fekk smittuna, var umborð á Westerdam fyri kortum. Nú eru umboð fyri skipið, har yvir 1500 fólk (íroknað manningin) eru í samráðingum um at sleppa inn til eina ónevnda havn eftir fleiri dagar á opnum havi. Japanska Diamond Princess liggur við bryggju í Yokohama. Skipið er í karantenu, og nú eru 70 fólk smittaði umborð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder