Trý løgreglufólk og seks limir av Islamiskum Stati doyðu undir eini løgregluatsókn móti IS-yvirgangsfelagsskapinum í Turkalandi.
Tað var í nátt, at turkisk løgregla og trygdardeildir framdu eina rannsókn á eini adressu, sum hevur tilknýti til IS í býnum Yalova, nakað sunnan fyri Istanbul.
Atsóknin vardi í umleið átta tímar, og boð máttu sendast eftir hjálp frá serdeild úr býnum Bursa, ikki so langt haðani, tá skotbardagarnir breiddu seg út á gøtuna, skrivar AP tíðindastovan.
Fimm skúlar í økinum hava verið stongdir fyribils, og sløkt varð fyri el- og gassveitingini í økinum í eitt tíðarskeið.
Umframt tey deyðu, komu eisini átta løgreglufólk og ein frá serdeildini til skaða undir atsøknini. Sambært turkiska innanríkisráðharranum, Ali Yerlikaya, eru øll tey deyðu yvirgangsfólkini turkiskir statsborgarar.
Umframt atsóknina í Yalova vórðu umleið hundrað aðrar líknandi atsóknir framdar í dag móti fólkum, sum eru undir illgruna fyri at vera partur av IS.
Fleiri fólk, undir illgruna fyri at vera IS-limir, eru handtikin hesar seinastu vikurnar.
Í farnu viku vórðu 115 fólk tikin fyri at hava ætlanir um at fremja yvirgangsatsóknir móti jóla- og nýggjárstiltøkum kring um í Turkalandi.
Í tíðarskeiðinum millum 2015 og 2017 framdi IS fleiri yvirgangsatsóknir í Turkalandi. Tá var eitt nú lopið á ein náttklubba í Istanbul, og á høvuðsflogvøllin í býnum, har fleiri fólk doyðu.
Tá IS var upp á tað stórsta og hevði tamarhald á stórum pørtum av Irak og Sýria, varð Turkaland brúkt sum gjøgnumferðarøki hjá sjálvbodnum IS-stríðsfólkum úr restini av heiminum.
Okkurt bendir á, at felagsskapurin er við at koma fyri seg aftur. Í farnu viku framdi USA umfatandi bumbuálop á IS-mál í Nigeria.
Og fyrr í desember vórðu tveir amerikanskir hermenn í Sýria dripnir av IS-fólkum.
Og sambært avstralsku løgregluni høvdu menninir, sum lupuð á eitt jødiskt hátíðarhald á Bondi Beach í Sidney herfyri, eisini fingið íblástur frá IS, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald