Innanlands

Fleiri deyð í rakettálopi í Ukraina

Átta fólk hava latið lív eftir rakettálop í Lantrativka

Mynd úr Kharkiv í gjár, 15. desember (Mynd: EPA)

Mynd úr Kharkiv í gjár, 15. desember (Mynd: EPA)

2022-12-16 07:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í minsta lagi átta fólk hava latið lív eftir eitt rakettálop í Ukrainska býnum Lantrativka, sum liggur í Luhansk landspartinum, og russar hava tamarhald á.

23 fólk eru særd og vórðu fangað undir húsaleivdum, upplýsir kelda frá tilbúgvingini sambært Reuters.

Lantrativka liggur har eysturi í Ukraina nærhendis markið við Russland. Enn er ikki váttað, hvør stendur fyri álopinum.

Sambært russisku tíðindastovuni Tass, var tað Ukraina, sum stóð fyri álopinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder