2024-07-09 13:29
Fýra fólk eru deyð eftir ukrainiskt dronuálop í Russlandi seinasta samdøgrið.
Tað sigur Vjatsjeslav Gladkov, ríkisumboðsmaður í býnum Belgorod, sambært Reuters.
Hetta skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Umframt tey fýra deyðu, eru 20 fólk særd í ymsum álopum, umframt at bústaðarøki og týðandi undirstøðukervi eisini skulu vera rakt.
Sambært Reuters sigur russiska verjumálaráðið, at luftverjuskipanir teirra hava skotið 38 dronur niður í nátt.
Álopini í Russlandi koma eftir ógvuslig álop móti fleiri ukrainskum býum mánadagin, tá 37 fólk doyðu.
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, hevur sagt at aftursvar fór at koma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald