2020-08-08 10:45
Í løtuni eru 102 smittað við korona í Føroyum (harav 32 útlendingar, sum longu eru farnir av landinum aftur), upplýsir landslæknin í morgun.
Tilsamans eru 295 tilburðir nú staðfestir í Føroyum. Hetta byggir á fleiri enn 46.000 kanningar, sum nú eru greinaðar.
Av teimum, sum eru skrásett smittað í Føroyum, eru 193 staðfest frísk.
Fleiri enn 700 fólk eru nú í sóttarhaldi, og eingin koronasjúklingur er í løtuni innlagdur.
Enn eru allar kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, ikki greinaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald