Italia er eitt av harðast raktu londunum av koronavirusinum covid-19. Seinasta samdøgrið eru 889 fólk við covid-19 deyð, vísa nýggjastu tølini.
Talið av deyðum er eitt vet lægri enn undanfarna samdøgur, tá 919 fólk doyðu.
Sambært yvirlitinum hjá Worldometers, sum sæst niðast á hesari síðuni, eru 92.472 tilburðir staðfestir í italia, og 12.384 av teimum eru staðfest frísk aftur.
USA hevur flest smittað við 116.050 fólkum. Har eru 1.937 sum hava latið lív við covid-19.
Um allan heimin eru nú fleiri enn 650.000 tilburðir staðfestir tilsamans, 139.555 av teimum eru blivin frísk meðan 30.299 við koronavirus hava latið lív.
Les eisini: Norðuritalia: 87 prosent koma ikki í veruliga viðgerð
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald