Innanlands

Fleiri enn 140 ferðafólk umborð á seglbátum í Vági í summar

Í alt hava 59 seglbátar lagt leiðina framvið Vágs Havn í summar – Fyrsti seglbáturin kom í byrjanini av mai, og síðsti fór avstað hálvan september

2025-09-29 14:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vitjan av seglbátum er mest sum hæsað av fyri í ár. Í alt hava 59 seglbátar lagt leiðina framvið Vágs Havn í summar, við tilsamans umleið 140 fólkum umborð. Fyrsti seglbáturin kom í byrjanini av mai, og síðsti fór avstað hálvan september.

Bátarnir hava uppruna úr 14 ymiskum londum, serliga Bretlandi og Fraklandi, og flestir hava siglt úr Stornoway áðrenn teir komu til Vágs.

Ferðafólkini hava vanliga ligið nakrar dagar í Vági. Afturmeldingarnar hava verið jaligar, og fleiri hava valt at steðga á aftur, annaðhvørt eftir at hava vitjað aðrar havnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Vágs kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder