Innanlands

Fleiri enn 25.000 kanningar gjørdar

Síðan 28. februar eru 25.276 koronakanningar gjørdar í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-15 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var 28. februar at fyrstu koronakanningarnar vórðu gjørdar í Føroyum, og síðan miðjan mars hava kanningar verið gjørdar í Føroyum nærum hvønn dag.

Nú vit skriva 15. juli, eru fleiri enn 25.000 koronakanningar gjørdar í Føroyum. Sambært seinastu hagtølunum frá Heilsumálaráðnum eru tilsamans 25.276 kanningar nú gjørdar.

Fyrsti smittutilburðurin í Føroyum varð staðfestur 3. mars, og tilsamans hava 188 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Seinastu sonevndu aktivu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum 22. apríl.

5. juli varð boðað frá, at eitt ferðafólk, sum kom til Føroya umvegis Vága Floghavn, hevði fingið staðfest smittuna. Talan vísti seg tó at vera um eina gamla smittu, og tveir dagar seinni varð viðkomandi staðfestur frískur.

Eingin er vorðin smittaður innanlands síðan 6. apríl.

Síðan 27. juni hevur verið krav, at øll ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder