Innanlands

Fleiri enn 30.000 kanningar gjørdar

Eingin í Føroyum hevur fingið staðfest korona, síðan leygardagin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-22 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er fleiri enn 30.000 kanningar gjørdar í Føroyum.

Sambært nýggjast hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum, eru 30.131 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Seinastu tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum um vikuskiftið. Talan var um trý ferðafólk, sum komu til Føroya við flogfari leygardagin.

Tey trý ferðafólkini eru nú avbyrgd í einum húsum, sum tey høvdu leigað í Føroyum, og fleiri enn 20 onnur fólk, sum vóru við sama flogfari, eru eisini í sóttarhaldi.

Tilsamans hava 191 fólk fingið staðfest korona í Føroyum. Av teimum eru 188 staðfest frísk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder