2020-06-24 10:24
Føroyingar hava framvegis ongan nýggjan smittutilburð staðfest síðan 22. apríl, upplýsir Landslæknin í morgun.
12.438 kanningar eru nú gjørdar, og eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.041 kanningunum.
Sostatt er støðan framvegis tann, at 187 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, og at teir allir eru staðfestir frískir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald