Talið á kanningum í Føroyum er nú komið uppum 9.000. 98 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar vóru negativar.
Sostatt er framvegis eingin føroyingur smittaður við koronasmittuni.
Støðan er tann, at 187 føroyingar hava fingið staðfest smittuna, og allir eru vorðnir frískir aftur. 9.084 kanningar eru gjørdar, og leggjast kann afturat, at eingin smitta er staðfest í teimum seinastu 2.814 kanningunum.
Seinasti tilburðurin varð staðfestur 22. apríl, sostatt er næstan ein mánaði síðan, nakar føroyingur hevur fingið staðfest smittuna.
Í dag, Kristi himmalferðardag, verða ongar kanningar gjørdar. Næstu kanningarúrslitini verða tí almannakunngjørd leygardagin 23. mai, sigur Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald