Fríggjadagin almannakunngjørdi amerikanska løgmálaráðið eina rúgvu av skjølum, sum høvdu samband við málið um Jeffrey Epstein, á síni heimasíðu, men í gjár vórðu fleiri skjøl strikað av heimasíðuni.
Sambært tíðindastovuni AP vórðu í minsta lagi 16 skjøl strikað.
Les eisini: Fleiri Epstein-myndir almannakunngjørdar
Talan er m.a. um myndir av málningum, sum ímynda naknar kvinnur, umframt myndir av øðrum myndum, sum standa á einum skonki og liggja í einari skuffu. Á tí einu myndini sæst eisini amerikanski forsetin, Donald Trump.
Les eisini: Bill Clinton á fleiri nýggjum Epstein-myndum
AP skrivar, at tann eina myndin vísir fleiri myndir í einari skuffu, har Donald og Melania Trump síggjast á tí einu myndini. Á myndini eru tey saman við Epstein og fyrrverandi unnustu og samstarvsfelagi hansara, Ghislaine Maxwell.
Fyrr í hesum mánaðinum almannakunngjørdu demokratar í Umboðsmannatinginum eisini fleiri skjøl og myndir úr búnum hjá Jeffrey Epstein. Trump var við á trimum av hesum myndunum.
Á tveimum av myndunum sæst hann undir liðini á einari kvinnu hvørs andlit er fjalt, og á triðu myndigi stendur hann undir liðini á Epstein.
Trump hevur sjálvur viðmerkt myndirnar og sigur, sambært Ritzau, at hann ikki sær tað sum ein stóran trupulleika, at hann er við á myndunum.
– Hann (Epstein, red.) var allastaðni í Palm Beach (býur í Florida, red.). Har eru myndir av honum saman við øllum. Eg meini, nærum - har eru hundraðtals fólk, sum hava tikið mynd saman við honum. So tað er ikki nakar stórur trupulleiki, sigur amerikanski forsetin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald