Innanlands

Fleiri fáa boð um at fara í sóttarhald í dag

Tey, sum hava verið í samband við smittaða føroyingin síðan 27. februar fáa boð frá landslæknanum um at halda seg heima

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-04 11:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinni í dag kunnu nøkur fólk rokna við at fáa eina uppringing frá landslæknanum, ella onkrum sum arbeiðir hjá honum, við boðum um at halda seg heima orsaka av vanda fyri corona-smittuni.

Í morgun kundi starvsstovan Landssjúkrahúsinum staðfesta, at ein føroyingur hevur fingið corona-smittuna.

Maðurin og húski hansara – tey eru fýra – eru nú sett í sóttarhald í egnum heimi. Í dag verður so farið undir at gera ein lista yvir tey fólk, sum maðurin hevur havt tætt samband við, síðan sjúkan brast út og tvey samdøgur undan tí. Hesi fólk skulu nú rokna við at fáa boð um at halda seg heima eisini.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, kundi á tíðindafundinum fyrrapartin ikki siga nakað um enn, hvussu nógv talan er um. Men úr Danmark vita vit, at hvør smittutilburður hevur útloyst umleið 30 karantenur ella sóttarhald.

Smittaður í Paris
Rakti føroyingurin er vorðin smittaður á eini ráðstevnu við nógvum fólkum í Paris í farna mánaði. Hann kom heim til Føroya við flogfari 24. februar.

Eftir ráðstevnuna frætti maðurin, at fleiri fólk á ráðstevnuni eru vorðin sjúk við covid-19 og hann valdi tí at seta seg í samband við egnan lækna í gjár fyri at verða kannaður. Í morgun varð staðfest, at hann var raktur.

Landslæknin gjørdi greitt á tíðindafundinum, at fólk bara smitta eftir at sjúkan er brotin út. Tí hevur rakti maðurin ikki smittað nakran í flogfarinum, tá hann ferðaðist heim.

- Maðurin fekk fyrstu sjúkueyðkennini 29. februar. Vit leita tí aftur tvey samdøgur undan tí, og kanna hvønn hann hevur havt ’tætt samband við’, sum vit siga, síðan 27. februar og fram til nú, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hetta sigur Shahin Gaini um støðuna:

Bæði Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður, Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Shahin Gaïni, serlækni í ígerðarsjúkum, gjørdu greitt á tíðindafundinum í morgun, at tilbúgvingarstøðið ikki er hækkað orsakað av hesum fyrsta tilburðinum.

Verju tey gomlu og veiku
Tað snýr seg framvegis um at ansa eftir og bera seg skilagott at. Fólk, sum hava verið á ferð í vandaøkjum, eitt nú Norðuritalia, eiga at halda seg burtur frá øðrum fólkum í minst 14 dagar eftir heimferð. Og fólk, sum kunnu hava verið í sambandi við smittað fólk, og sum vísa tekin um beinkríms-líknandi sjúku, skulu seta seg í samband við egnan lækna – umvegis telefon.

Samstundis verða herd krøv sett til fólk, sum arbeiða í heilsutænastuni, og hetta er eisini galdandi fyri fólk, sum arbeiða á heimum við eldri og veikum borgarum. Hava tey verið á ferð í smittuøkum, so skulu tey ikki koma til arbeiðis fyrstu tvær vikurnar, men halda seg heima.

- Aðalmálið við tilbúgvingini í løtuni er at verja serliga eldri og veikar borgarar frá smittuni, segði Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður.

Maðurin, sum er smittaður, hevur ikki tørv á sjúkrahúsviðgerð. Sambært landslæknanum er nann væl fyri, og hevur bert veik sjúkutekin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder