Mentan

Loynidómar í írsku kirkjuni

Vit eru í Írlandi í fýrsunum - Cillian Murphy er pápin, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum katólska kirkjan vil gera alt fyri at dylja

2025-11-07 16:23 Author image
Innsent

Mikudagin sýnir Filmsfelagið “Small things like these”. Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrjað.

Oscarvinnarin, Cillian Murphy, ið vit sóu í stórbæra filminum ”Oppenheimer”, er framúr høvuðsleikarin í hesi hjartanemandi og sterku søguni um næstrakærleika, dirvi og ábyrgd. Søgan byggir á samnevndu metsølubókina hjá Claire Keegan, sum eisini skrivaði ”The Quiet Girl”, ið Filmsfelagið áður hevur víst.

Vit eru í Írlandi í fýrsunum. Cillian Murphy er pápin, Bill Furlong, sum meðan hann selur kol, at breyðføða familjuna, rakar við skakandi loynidómar, sum kirkjan vil gera alt fyri at dylja. Bill sær, at ungar ógiftar gentur, sum eru vorðnar við barn, verða hildnar fjaldar og innilæstar móti teirra vilja.

Fortíðin rennur upp fyri Bill, og við fimm døtrum at forsyrgja, fløkir hann seg inn í eina krevjandi morlalska tvístøðu. Loynidómarnir í lítla býnum, har katólska kirkjan ræður øllum, lata hann ikki støðast við eina stiltigandi játtan, at alt er í lagi. Hann verður noyddur at gera upp við fortíðina.

”Small things like these” viðger ein døkkan kapitil í írsku katólsku kirkjuni, og minnir okkum á, at gamlar syndir aldri eru langt burturi. Filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Berlin, har Emily Watson, ið vit kenna frá meistaraverkinum hjá Lars von Trier, ”Breaking the Waves”, vann virðislønina fyri besta hjáleiklut.

Í Írlandi varð filmurin í ár kosin besti filmur við besta mannliga høvuðsleikara.

Filmsfelagið vísir “Small things like these” mikudagin 12. november klokkan 20 í Havnar Bio 

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald