Fýra ferðbøtur og klipp vórðu givnar í gjár, tá ferðsluløgreglan hevði ferðakanningar í Eysturoynni.
Á landsvegnum í Norðragøtu varð ein bilførari avdúkaður fyri at koyra 121 kilometrar um tíman, og hesin fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum umframt bót.
Og á Glyvrum vórðu tríggir bilførarar skrásettir fyri at koyra ov skjótt á bygdum øki. Tveir vórðu máldir at koyra 66 kilometrar um tíman og ein var uppi á 70 kilometrum um tíman, sum er á markinum til treytaða frádøming, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Virða ikki fyribils ferðavmarking
Í Ørðavík støðgaði løgreglan fleiri bilum fyri at koyra ov skjótt á einum strekki á landsvegnum, har tað fyribils er ásett niðursett ferð orsaka av vegarbeiði. Bilarnir verða fyrst bidnir um at seta ferðina niður á 60 og síðan á 40 kilometrar um tíman.
Og tá tað er ferðavmarking á 40 kilometrar um tíman, skal tað ikki so nógv til áðrenn tað kann geva klipp í koyrikortið ella treytaða frádøming.
Hóast fleiri bilar vórðu støðgaðir á strekkinum í gjár, so vórðu ongi mál skrásett ella bøtur givnar. Bilførararnir vórðu kunnaðir um støðuna, og løgreglan ætlar at vera á varðhaldi her komandi dagarnar, og tá kunnu bilførarar, sum ikki virða ferðavmarkingina vænta, at verða revsaðir, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.
Tað vóru starvsfólk í fyritøkuni, sum leggur káplar í vegin, sum gramdu seg um, at bilarnir ikki virdu ferðaavmarkingina, sum er ásett á arbeiðsstaðnum hjá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald