Innanlands

Fleiri ferðamannaskip til Vágar næsta ár

Heili níggju ekspeditiónsskip hava boðað frá, at tey ætla sær at vitja Miðvág, Sørvág og Bø í 2026

Visit Vágar, saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, luttók í farnu viku á Seatrade Europe-messuni í Hamburg (Mynd: Vága kommuna)

Visit Vágar, saman við Vága kommunu og Sørvágs kommunu, luttók í farnu viku á Seatrade Europe-messuni í Hamburg (Mynd: Vága kommuna)

2025-09-20 21:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta árið hevur Visit Vágar arbeitt málrættað við eini verkætlan, ið hevur til endamáls at fáa fleiri ferðamannaskip at vitja í Vágum, og í 2026 verður nógv virksemi í Vágum.

Í summar vóru trý skip skrásett at vitja Vágar, men vegna veður kundi bert eitt teirra leggja at. Heili níggju ekspeditiónsskip hava tó longu boðað frá, at tey ætla sær at vitja Miðvág, Sørvág og Bø komandi ár, skrivar Vága kommuna.

– Smærri ekspeditiónsskipini hóska serliga væl til Vágar. Ferðafólkini, sum koma higar, hava ofta eitt serligt áhugamál – tað kann vera søga, náttúra ella mentan – og hetta gevur okkum møguleika at vísa fram styrkirnar í økinum á ein burðardyggan hátt. Hetta er ikki bara gott fyri ferðafólkini, men eisini fyri okkara vinnulív og trivnað, tí tað skapar ringar í vatninum og gevur beinleiðis ágóða fyri smærri fyritøkur og borgarar í økinum, sigur Anja Magnussen, virkandi menningarleiðari í Visit Vágar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder