Síðan SAS fekk góðkenning at brúka RNP-tøknina, hava fleiri víst áhuga fyri at flúgva við felagnum á føroyaleiðini.
Tað sigur Mariam Skovfoged, kunningarstjóri hjá SAS sambært Kringvarpinum.
Føroyingar hava annars aftrað seg við at flúgva við SAS á føroyaleiðini, tí flogfelagið hevur avlýst fleiri túrar, tá flogførini ikki fingu sett seg í Vágum.
Men í vetur fekk SAS góðkenning at brúka innflúgvingarskipanina RNP, og hetta merkja tey nú eisini væl.
– Vit seldu fleiri ferðaseðlar beinanvegin, tá vit fingu góðkenning at brúka RNP-tøknina í Føroyum, sigur Mariam Skovfoged.
SAS flýgur í løtuni fýra túrar á Føroyaleiðini um vikuna, og ætlanin er at hækka túratalið í summar, tá summarferðaætlanin kemur í gildi. Tó er enn ikki greitt, hvussu nógvar túrar talan er um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald