Løgreglan er liðug at avhoyra ungu kvinnuna, sum er skuldsett fyri at hava sett eld á eini sethús Undir Brúnni í Havn í gjár.
Tað sigur Heri Andreasen, leiðari fyri Kriminaldeildina við Kringvarpið.
Men grannar og onnur skulu eisini avhoyrast í málinum.
Tað var seinnapartin í gjár, at boðað varð frá eldi í húsunum. Unga kvinnan, sum er skuldsett í málinum, varð handtikin á staðnum, og hon játtaði seg beinanvegin seka.
Kvinnan skal nú persónskannast og mentalkannast, fyri at fáa staðfest, um hon er egnað til at fáa revsing, sigur Heri Andreasen við Kringvarpið.
Tað er familjan hjá ungu kvinnuni, sum býr í húsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald