2021-01-22 11:19

Løgreglan hevur handtikið fýra mans, sum eru ávikavíst 23, 24, 28 og 46 ára gamlir. Handtøkurnar eru framdar í Føroyum og í Danmark.
Allir verða teir skuldsettir fyri brot á revsilógina viðvíkjandi smugling av rúsevnum og viðvíkjandi ráni móti einum persóni í Føroyum.
Menninir verða framstillaðir í grundlógaravhoyring í Føroyarætti seinnapartin klokkan 13.15.
Við atliti til avgerð í Føroya Rætti, og víðari kanningararbeiði, ber fyribils ikki til at kunna meira um málið, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald