Hetta vikuskiftið hevur løgreglan skrásett fýra harðskapsmál. Talan er um trý mál frá leygarnáttini og eitt frá í nátt.
Leygarnáttina vóru tvey mál á einum skeinkistaði í Klaksvík, og eitt á einum skeinkistaði í Havn. Ein persónur hevur fingið onkrar snuddir, og ein annar hevur møguliga brotið kjálkabeinið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt var eisini eitt mál um grovan harðskap. Ein maður fekk eina fløsku í andlitið, og fekk nakrar skaðar. Hjá løgregluni halda tey seg vita, hvør framdi harðskapin, og avhoyringar verða gjørdar í málinum seinni í dag, tá partarnir eru vorðnir edrúir.
Løgreglan upplýsir annars, at nógv fólk hava verið í býnum í nátt í sambandi við tiltakið Heystfest í Høllini á Hálsi. Løgreglan hevur í hesum sambandi havt úr at gera við at hjálpa ungum, sum vóru dottin ella høvdu fingið ov nógv niðurum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald