Mentan

Fleiri hundrað útisetar í Keypmannahavn á lestrargongu

Úr barr í barr í hjartanum í danska høvuðsstaðnum

Savnsmynd (Mynd: Betri)

Savnsmynd (Mynd: Betri)

2018-09-29 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri lestrargongu, sum verður fríggjadagin 5. oktober. Tað er MFS og lestrarfeløgini í Keypmannahavn, ið skipa fyri tiltakinum Lestrargongu. Endamálið við tiltakinum er at savna føroysk lesandi og stimbra um lestrarumhvørvið við at skapa tættari tilknýti millum tey lesandi.

Tiltakið byrjar við kafe í Søpavillonen seinnapartin. Her verður spennandi tónleikur frá FRUM at hoyra. Harumframt er Betri banki til reiðar at hjálpa teimum lesandi við netbanka, nemkontu og svara spurningum um eitt nú lestrarkreditt. Atlantic Airways fer at hava ein bás, har ein kann stovna sær ein Sveiggj brúkara. 

Aftaná byrjar sjálv lestragongan, har lesandi fylgjast í smærri bólkum úr barr í barr í hjartanum í Keypmannahavn. Bólkarnir verða í høvuðsheitinum skipaðir eftir skúla og lestrarleið. Aftaná at hava vitjað barrirnar, heldur Lestrargongan fram við sjógvarnar í Søpavillonen. Har kvøldið endar við einum braki, har bæði Sakaris og Danny & the Veetos spæla.

Tiltakið hevur seinastu tvey árini verið útselt, og tí er Lestrargongan í ár flutt í onnur størri hølir. Sølan hevur gingið væl, og tað eru bert fá atgongumerki eftir, siga fyrireikararnir. Freistin at ogna sær atgongumerki er týsdagin á midnátt.

Sigast kann ikki annað, enn tørvur er á einum slíkum tiltakið, har lesandi samlast fyri at hugna sær og møta øðrum lesandi, halda fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder