Uttanlands

Fleiri hundraðtúsund á gøtunum í Teheran

Jarðarferðin hjá Soleimani er størsta mótmælistiltak í Iran í nýggjari tíð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-06 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Iranar í hópatali hava í dag verið á gøtunum í høvuðsstaðnum, Teheran, fyri at siga farvæl við dripna hernaðarleiðaran í landinum, Qassem Soleimani.

Danski sendiharrin í Teheran sigur við Ritzau, at mett verður, at fleiri hundraðtúsund hava verið á gøtunum í dag.

- Eg havi verið í Teheran í hálvtfimta ár, og hetta er tann størsta mótmælisgongan eg havi sæð hesa tíðina, sigur hann.

Tað er vanligt, at iransku myndugleikarnir skipa fyri stórum mótmælum, eins og jarðarferðin í dag.

Tá slíkt hendir varða boð, sambært sendiharranum, send út frá myndugleikunum til universitet og arbeiðspláss um at luttaka í tiltakinum.

- Helst hava nøkur av teimum, sum eru úti á gøtunum í dag, fingið boð um at gera tað, men her er meira enn tað, sigur Danny Annan, danskur sendiharri í Teheran. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder