Innanlands

Fleiri í Havn mistu streymin í nátt

Partar av vesturbýnum í Havn lógu svartir í nátt

2018-07-19 10:12 Author image
Oda Strøm
placeholder

Beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið mistu Havnardalur og partar av vesturbýnum í Havn streymin. Tey fyrstu fingu streymin aftur 45 minuttir seinni, og tey seinastu fingu streymin aftur kvart yvir tvey í nátt.

Tað var eitt kaðalbrek, sum elvdi til streymslitið, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV. 

Fólk frá SEV fóru beint í gongd við at finna feilin, og brekið varð skjótt rættað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder