Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt

Greiða er nú fingin á hvussu ferðsluóhappið við Magn-støðina í gjár hendi. Ein av bilførarunum skal rokna við eini skuldseting

2025-11-18 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan avdúkaði í gjár fleiri bilførarar, sum høvdu fótin alt ov tungt á spitaranum.

Kanningarnar vóru gjørdar í Norðragøtu, har ikki færri enn sjey mál vórðu skrásett. Talan var um bilar, sum koyrdu upp í 113 kilometrar um tíman. Fimm av bilførarunum fingu sekt fyri at koyra ov skjótt, meðan tveir fingu klipp í koyrikortið, verður upplýst av politistøðini.

Harmonikusamanstoytur

Eitt umfatandi ferðsluóhapp hendi í Norðagøtu umleið klokkan 16.15 í gjár, tá tríggir bilar rendu saman nærhendis Magn-støðina í Gøtudali.

Les: Harmonikusamanstoytur í Norðragøtu

Orsøkin til óhappið er nú kend. Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tað var ein bilur, sum kom koyrandi omaneftir frá rundkoyringini, sum støðgaði á fyri at snara til vinstru.

Bilurin, sum koyrdi aftanfyri náddi at støðga, men tað náddi tann triði bilurin ikki. Hann koyrdi upp í bilin frammanfyri, sum síðani rendi upp í bilin, ið skuldi snara til vinstru.

Allir tríggir bilførararnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Løgreglan veit einki meira at siga um støðuna hjá teimum.

Men bilførarin í triðja bilinum skal helst rokna við at fáa vitjan av løgregluni. Her bíðar eitt eftirspæld, tí hesin bilførarin ikki hevur hildið neyðuga frástøðu, sigur vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder