Seinasta samdøgrið hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring, og ein annar varð tikin fyri at tosa í hondhildnari telefon, meðan hann koyrdi.
Løgreglan kannaði ferðsluna við Gøtugjógv, har hámarksferðin er 30 kilometrar, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt var. Teir koyrdu ávikavíst 54 og 56 kilometrar um tíman. Í seinna førinum var talan um ein bilførara, sum ikki hevði havt koyrikortið leingi, og tí misti hann koyrikortið.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna millum Fjarða, og har misti ein bilførari koyrikortið fyri at koyra 152 kilometrar um tíman. Eisini var onkur tikin fyri at koyra á stórum prutli uttan at hava koyrikort til hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald