Skúlablaðið: - Vit hava víst skúlastjórum, Undirvísingarstýrinum og politiska myndugleikanum á óvirðiligu støðuna, sum nógvir lærarar vera hildnir í, við at søkja sítt egna starv aftur og aftur, og hvørjar loysnir eru, so at fleiri lærarar fáa tryggari setan. Tað stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Føroya Lærarafelag.
Lærarafelagið hevur í fleiri ár víst á, at tað eru alt ov mong tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum. Í november 2025 vóru tað 116 tíðaravmarkað størv í fólkaskúlanum; til hetta skúlaárið vóru tað bara 24 føst størv leys at søkja og 96 tíðaravmarkað størv.
Støðan er batnað eitt sindur; nú skúlarnir søkja eftir lærarum til komandi skúlaár, verður søkt eftir 51 lærarum í fast starv og 102 lærarum í tíðaravmarkað starv.
- Tað eru tíbetur fleiri føst størv, men tíðaravmarkaðu størvini eru enn alt ov nógv í tali, og nógv meira enn tað eru lærarar í farloyvi, barnsburðarfarloyvi og sum eru sjúkraskrivaðir. Lærarafelagið hevur víst á, at trupulleikin fyri stóran part liggur í játtanarskipanini til skúlarnar og í, at hvør skúli er sítt egna setanarøki, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Lærarafelagið fylgir neyvt við gongdini við føstum og tíðaravmarkaðum størvum. Tað eru skúlastjórarnir, sum søkja eftir lærarum til komandi skúlaár, tí hava stjórarnir eisini eitt orð at siga í hesum.
- Vit hava tikið undir við, at lærarar, sum hava søkt um niðursetta tíð í trý ár, ikki hava sama rætt at koma í fulla tíð aftur næsta skúlaár, um teir vilja tað, men standa fyrst í røðini, tá skúlin hevur pláss fyri tí. Hetta eigur at tryggja, at fleiri lærarar kunnu koma í fast starv næsta skúlaár. Men skúlastjórarnir eru eisini í eini óneyðugari knípu, tí at játtanin til skúlarnar, sum Undirvísingarstýrið umsitur, kann minka munandi 1. september, eftir at skúlaárið er byrjað, tí at nakrir fáir næmingar eru fluttir úr skúlanum. Fleiri skúlar mistu av játtanini hetta skúlaárið orsakað av hesum, og lærarar, ið vóru settir í starv í juni, mistu starvið aftur í september ella máttu niður í tíð, tí at nakrir fáir næmingar vóru fluttir í annan skúla. Vit mugu fáa eina skipan, har skúlastjórin hevur størri vissu fyri síni játtan, so at fleiri lærarar fáa tryggari setan.
Tað er vorðið vanligt, at skúlastjórar søkja eftir lærarum at vera fastir vikarar, tað er at sita fast og bíða hvønn morgun og vóna at skúlastjórin ringir og biður teir koma at undirvísa nakrar tínar í dag. Støðan hjá hesum lærarum er soleiðis, at teir hava onga vissu fyri inntøku, fáa ikki pensjón goldna, fáa ikki starvsaldur roknaðan og fáa onga løn, um eitt barn er sjúkt, men bara verða løntir tíma fyri tíma; hetta er á ongan hátt nøktandi umstøður, og tí hava Føroya Lærarafelag og Undirvísingarstýrið avtalað við nakrar skúlastjórar at royna eina skipan at seta fastløntar vikarar við setanarbrævi og føstum tímatali at undirvísa um vikuna, at lesa sum vikartímar. Tímatalið kann vera eitt sindur ymiskt frá viku til viku. Hendan skipanin er roynd í tveimum skúlum hetta skúlaárið, í einum føri hevur hetta lukkast, men í hinum ikki so væl.
- Skipanin tryggjar, at lærarin, ið nú er fastløntur vikarur, fær fasta løn og eftirløn, løn undir sjúku og starvsaldur roknaðan. Fasta setanin skal vera so høg, at viðkomandi kann liva av inntøkuni. Skipanin tryggjar eisini skúlarnar, at teir hava læraralærdan vikar tøkan, um ein lærari í skúlanum fellur frá í skúlaárinum. Hendan skipanin er ein roynd og verður eftirmett av felagnum, skúlastjóranum og Undirvísingarstýrinum. Í størru skúlunum eru tað altíð lærarar, sum fella frá í eina tíð stutt eftir at skúlaárið er byrjað; tí eigur tað at vera pláss fyri at seta lærarar sum fastløntar vikarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald