2026-10-06 08:20
Hóast rættiliga fitt av vindi var í gjár, so eru ikki komnar fráboðanir um álvarsligar skaðar orsaka av veðrinum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at tey høvdu fyrireika seg upp á at fáa nógvar fráboðanir, men so var ikki. Nakrar fáar komu, allar úr høvuðsstaðarøkinum.
Á Norðrasta Horni varð boðað frá at onkur takpláta var loysnað, og í Hoyvík óttaðust fólk fyri, at tilfar á einum byggiplássi skuldi fara á flog.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald