Innanlands

MobilePay verður til Vipps

Appin, sum fleiri føroyingar hava bíðað eftir í nógv ár, skiftir nú navn, og verður tað sama í øllum Norðurlondum.

Búmerkið er nýtt - navnabroytingin verður galdandi frá á nýggjárinum

Búmerkið er nýtt - navnabroytingin verður galdandi frá á nýggjárinum

2026-10-06 09:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nógv ár hava føroysku peningastovnarnir lovað, at tænastan MobilePay eisini fer at virka í Føroyum. Talan er um eina tænastu – eina app – ið ger tað hópin lættari hjá fólki at flyta pengar ímillum sín, tí einans eitt telefonnummar nýtist at verða upplýst í sambandi við pengaflytingina.

Men óvanliga nógvar forðingar hava verið fyri at fáa hesa tænastu at virka í Føroyum. Seinast hevur Vinnumálaráðið upplýst, at seinasta forðingin nú verður fingin av vegnum í sambandi við onkra lógarbroyting, sum fær virkna á nýggjárinum.

Tá tænastan kemur at virka her heima verður ikki talan um at brúka navnið MobilePay. Tí í dag varð boðað frá, at tænastan framyvir fer at virka undir navninum Vipps.

Tey, ið hava tænastuna á síni telefon skulu ikki gera nakað. Tað er einans navnið, ið verður broytt. Í dag uppliva nógvir brúkarar, at nýtt búmerki – blátt smiley - sæst á appini – sjálv navnabroytingin fær virknað frá á nýggjárinum.

Vipps er norska navnið á eini líknandi tænastu, sum fyri nøkrum árum síðan var løgd saman við MobilePay, sum er av donskum uppruna.

Í løtuni ber til at brúka MobilePay/Vipps í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Grønlandi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder