Uttanlands

Fleiri miðlar útihýstir av Trump

CNN, MS NOW og Politico verða útihýstir úr Hvítu Húsunum, sigur amerikanski forsetin, sum leggur miðlarnar undir at bera falstíðindi.

(Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-19 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðlarnir CNN, MS NOW, og Politico eru útihýstir úr Hvítu Húsunum, boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá á Truth Social.

Orsøkin er, skrivar Trump, at teir áhaldandi bera falstíðindi.

– Miðlar eiga ikki áhaldandi at kunna skriva ella boða frá íspunnum søgum og lygnum, tá teir viðgera amerikanska forsetan, Trump-umsitingina ella USA. Aðrir fake news-miðlar fara sama veg, skrivar hann m.a.

Amerikanski forsetin vísir tó ikki til nakrar ítøkiligar tíðindasøgur frá áðurnevndu miðlunum, hvussu miðlarnir verða útihýstir.

Bæði CNN og Politico vísa til fyrsta ískoytið til amerikonsku grundlógina um talu- og pressufrælsi og kalla avgerðina hjá Trump ólógliga.

– Vit fara framhaldandi óheft at viðgera hesi Hvítu Húsini og komandi umsitingar. Vit vilja verja okkara rættindi sambært fyrsta ískoytinum til amerikonsku grundlógina, skrivar Politico m.a. sambært Ritzau.

MS NOW hevur boðað frá, sambært tíðindastovuni AP, at tíðindafólk teirra vóru noktað atgongd til Hvítu Húsini í morgun.

Miðilin sigur, at tey fara at taka øll neyðug stig fyri at "verja okkara pressufrælsi og týðandi leiklutin hjá óheftum tíðindaflutningi í okkara fólkaræði".

Tað er sjáldan, at amerikanskir forsetar útihýsa miðlum á hendan hátt, men hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump hevur gjørt slíkt.

Undir fyrra forsetaskeiði sínum útihýsti Trump einum tíðindafólki hjá CNN, og í fjør avmarkaði hann atgongdina hjá AP til Hvítu Húsini, tí AP umrøddi flógvan millum USA og Meksiko sum "Meksikoflógvin" og ikki "Amerikaflógvin", eftir at Trump hevði boðað frá, at hann hevði broytt heitið á flógvanum. AP stevndi, og málið verður enn viðgjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder