Fleiri enn ein millión nýggj skjøl, sum møguliga hava samband við Epstein-málið, eru funnin, upplýsir amerikanska løgmálaráðið.
Tað er ein statsákæri í New York og amerikanska samveldisløgreglan, FBI, sum hava fingið hendur á nýggju skjølini, verður upplýst.
Upplýst verður eisini, at skjølini verða almannakunngjørd skjótast gjørligt, men orsakað av stóru nøgdini av tilfari, kann arbeiðið at eftirkanna tey, taka fleiri vikur.
– Vit hava løgfrøðingar, sum arbeiða alt samdøgrið fyri at gjøgnumganga tilfarið og gera tær løgfrøðiligt ásettu tillagingarnar fyri at verja offur, skrivar amerikanska løgmálaráðið.
Týsdagin almannakunngjørdi amerikanska løgmálaráðið fleiri túsund nýggj skjøl, sum hava samband við Epstein-málið. Talan er m.a. um rætarskjøl, teldupostar, myndir, ljóð- og sjónbandaupptøkur.
Løgmálaráðið átti at almannakunngjørt øll skjølini í seinasta lagi 19. desember orsakað av nýggju lógini "Epstein Transparency Act", sum kom í gildi í november.
Løgmálaráðið hevur tó síðani upplýst, at tað tekur tíð at gjøgnumganga øll skjølini fyri at tryggja, at upplýsingar um offur verða fjaldar.
í 2008 játtaði Epstein at hava rindað fyri kynsligar tænastur frá einari gentu undir 18 ár, og fekk hann 13 mánaðar fongsulsrevsing.
Í 2019 varð hann varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum og menniskjahandli. Hann noktaði seg sekan men náddi ongantíð at verða rættarsøktur í málinum, av tí at hann doyði fyri egnari hond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald