Innanlands

Fleiri nývald í nevndina hjá Ráði teirra lesandi á Setrinum

Sjey fólk eru í nevndini, har Sólja Olsen er forkvinna.

Ráðið er mannað við umboðum frá øllum deildum á Setrinum og hevur til endamáls at umboða áhugamálini hjá lesandi í sambandi við lestur og lestrarumhvørvi annars - her síggjast fimm av teimum í Ráðnum (Mynd: setur.fo)

Ráðið er mannað við umboðum frá øllum deildum á Setrinum og hevur til endamáls at umboða áhugamálini hjá lesandi í sambandi við lestur og lestrarumhvørvi annars - her síggjast fimm av teimum í Ráðnum (Mynd: setur.fo)

2026-10-13 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á aðalfundi fyri stuttum varð nýggj nevnd vald til Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

Nevndin telur nú 7 limir og hevur skipað seg soleiðis:

Sólja Olsen, forkvinna
Barbara Wigant Eysturdal, varaforkvinna
Halla Róksdóttir, skrivari
Jóna Skoubo Godtfred, miðlafólk
Finn Haraldson, kassameistari
Gretchen Karinardóttir, nevndarlimur
Gunnar Bjarkason Joensen, nevndarlimur

Ráð teirra lesandi er umboð hjá teimum, sum lesa á Setrinum. Til gerandis verður ráðið bara kallað RTL.

Ráðið er mannað við umboðum frá øllum deildum á Setrinum og hevur til endamáls at umboða áhugamálini hjá lesandi í sambandi við lestur og lestrarumhvørvi annars.

Lesið viðtøkur, reglugerð og mannagongd fyri vali hjá Ráði teirra lesandi HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder