Á tíðindafundi í morgun mældi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.
Harvið verður ikki møguligt at savnast á páskum í samkomum kring landið, men eins og tað hevur verið seinastu vikurnar, so eru fleiri møguleikar at hoyra kristna boðskapin á alnótini.
Les eisini: Páskastevna á trúboðanum
Heimasíðan hjá Kelduni boðar frá, at saman við einari samkommu í Klaksvík og einari úr Havn, verður skipað fyri páskamøtum á netinum.
Skáin sær soleiðis út:
Kl. 11 skírisdag - møti úr Soli Deo Gloria, Hallgerð Akurstein talar
Kl. 11 langafríggjadag - møti úr Kelduni, Pauli Høj talar
Kl. 21 leygarkvøld - ungdómsmøti úr Oasuni, Tom Jacobsen talar
Kl. 11 páskadag - møti úr Oasuni, Jóhan Petur Johannesen talar
Brøðrasamkomurnar Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði samstarva eisini um tiltøk á páskum, ið kunnu stroymast á "Siloa í Fuglafirði" á Facebook.
Langafríggjadag:
Kl. 18: Møti v/ Oddur á Lakjuni
Kl.21: Ungdomsmøti V/ Arna Zachariassen
Páskadag:
Kl 11: Morgunmøti v/ Klæmint Eliasen
Kl.12: Sunnudagsskúli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald