![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Týsdagin vórðu fleiri børn úr 2. flokki, sum spældu uttanfyri Frítíðarskúlan á Fløtum í miðbýnum í Havn innløgd við eitran. Orsøkin var, at tey høvdu etið av einum gullregni.
Talan var um børn, sum vóru í fríkorteri og funnu nøkur fræhylki hjá gullregninum, sum líkast tær hjá sukurertrum. Børnini savnaðu tey saman, og nøkur teirra ótu tey, og stutt eftir fríkorterið gjørdust tey illa fyri.
Fræið hjá gullregni eru nevniliga eitrandi, og tað kann serliga vera vandamikið fyri smærri børn.
Talan er um eini 8-10 børn, sum hava etið av gullregninum, og fýra teirra gjørdust so illa fyri, at tey endaðu á skaðastovuni.
Nú eru tey kortini væl fyri, og hósdagin vóru tey øll í skúla aftur, segði Regin Marnersson skúlastjóri við Útvarpið á middegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald