
Leygardagin fingu allir 9. floksnæmingar í Skúlanum við Løgmannabreyt boð um at lata seg kanna fyri koronu, eftir at ein næmingur í 9. flokki fekk staðfest koronu.
Viðkomandi hevði ikki verið í skúla síðan týsdagin 31. august, sigur skúlin í fráboðan til næmingar og foreldur.
Les eisini: Korona herjar í Skúlanum við Løgmannabreyt
Seinnapartin í dag upplýsir Skúlin við Løgmannabreyt, at seks næmingar í 9. flokki, og ein næmingur í 8. flokki nú eru staðfestir smittaðir.
Eitt starvsfólk í frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt hevur eisini fingið staðfest smittuna, men hildið verður ikki, at hesin tilburðurin hevur samband við hinar, varð sagt í gjár.
Í Hoyvíkar Skúla er korona eisini staðfest. Talan er um ein næming í 8. flokki, sum ikki hevur verið í skúla síðan mánamorgunin 30. august, skrivar skúlin á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald