Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, er nú ákærdur fyri at hava tikið ímóti 3,5 kilo av marihuana og latið tað víðari til ein annan persón. Hetta skal vera hent í juli 2020, skrivar Ritzau.
Harumframt er Marius Borg Høiby eisini ákærdurfyri ikki at brotið tilhaldið móti eini kvinnu fleiri ferðir og fyri trý brot á ferðslulógina í sambandi við at hann hevur filmað seg sjálvan meðan hann koyrdi á motursúkklu við høgari ferð.
Hetta váttar norski statsadvokaturin, Sturla Henriksbø, sambært norska Aftenposten. Talan er um sjey lógarbrot í víðkaðu ákæruni, sigur hann við blaðið.
3. februar byrjar eitt rættarmál í býarrættinum í Oslo móti 29 ára gamla krúnprinsessusoninum. Roknað verður við, at sakarmálið varðir einar tíggju dagar.
Marius er frammanundan ákærdur fyri eitt nú fýra valdstøkur, fyri misnýtslu í nærsambondum og fyri harðskap í fleiri førum.
Ellen Holager Andenæs, ið er advokatur hjá Marius Borg Høiby, váttar fyri norsku NTB tíðindastovuni, at kundi hennara í einum føri hevur flutt marihuana “uttan at tjena eina krónu”.
Ein annar av advokatum hansara, Peter Sekulic, sigur við NTB, at Marius Borg Høiby “einans í stutta tíð hevði marihuana í varðveitslu, tá hann koyrdi tað til ein kenning”.
Marius Borg Høiby stendur til at kunna verða dømdur í fongsul í tíggju ár, um hann verður verður funnin sekur í teimum mest álvarsligu ákærunum, skrivar Ritzau.
Hann hevur játtað seg sekan í at hava verið harðligur móti fyrrverandi unnustu síni.
Í eini fráboðan greiddi hann frá, at hann var ávirkaður av brennivíni og kokaini, tá hann varð harðligur móti fyrrverandi unnustuni.
Marius Borg Høiby er ikki formliga ein partur av norsku kongsfamiljuni, tí hann er føddur áðrenn Mette-Marit, krúnprinsessa, gjørdist unnusta við Haakon krúnprins, sum hon síðan giftist við.
Men málið ávirkar kongsfamiljuna.
Tað segði verfaðirin hjá Mette-Marit, Harald kongur, í sjónvarpssendingini “Året med kongefamilien” á NRK í desember.
- Nú er málið komið í rættin, sum tekur sær av tí. So mugu vit taka tað, sum tað kemur, segði Noregs kongur, og legði afturat:
- Samstundis vil eg siga, at vit hava samkenslu við øllum teimum, ið eru rakt. Ikki bara í okkara egnu familju, men eisini øll onnur, ið eru rakt. Vit føla við teimum og vóna, at tey hava tað gott, og fáa tað betri tá rættarmálið er av”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald