Innanlands

Fleiri smá ferðsluóhapp

Í sambandi við eitt ferðsluóhapp varð ein bilførari skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-23 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið ávaraði løgreglan um, at tað var hált um alt landið, og varð heitt á fólk um at vera varin í ferðsluni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað hava verið onkur smá hálkuóhapp í hesum sambandi men ikki nakað álvarsligt.

Í nátt varð eisini eitt ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Talan var tó ikki um nakað álvarsligt.

Bilførarin varð handtikin, skuldsettur, og blóðroynd varð tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder