Innanlands

Fleiri smittutilburðir umborð á russiskum trolara

29 mans umborð á trolaranum Yantarnyy, sum eisini lá við bryggju í Klaksvík í juli, hava fingið staðfest korona, og tveir teirra eru innlagdir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-24 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri nýggir smittutilburðir eru staðfestir umborð á russiskum trolara, sum í gjár kom á Kollafjørð. Talan er um russiska trolaran, Yantarnyy, sum eisini lá við bryggju í Klaksvík í juli.

Áðrenn skipið legði at bryggju, vórðu føroysku myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningini høvdu sjúkutekin. Allir persónar umborð vórðu tí kannaðir, skrivar Heilsumálaráðið.

Millum tær 77 kanningarnar, sum vórðu gjørdar, vórðu 29 tilburðir staðfestir. Manningin hevur tí fingið forboð fyri at fara í land.

Teir tveir persónarnir, sum høvdu sjúkutekin, eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.

Kreppuráðið kemur saman í dag at viðgera málið.

Støðan er nú tann, at 410 smittutilburðir eru staðfestir í Føroyum, og 337 eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru 73 fólk smittað í løtuni.  213 fólk eru í sóttarhaldi, og fimm eru innløgd.

84.934 kanningar eru gjørdar tilsamans.

Dagførd kl. 11.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder