Innanlands

Fleiri starvsdagar á Brandstøðini í Havn

Birgir Davidsen og Rúni Árting hava havt 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, Ólavur Rasmussen hevur havt 25 ára starvsdag, Eigil Olsen hevur havt 20 ára starvsdag, Ólavur Midjord hevur havt 10 ára starvsdag, og eisini varð Sigurð Hansen, aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu, heiðraður fyri at hava røkt starvið sum aktingarmaður í 25 ár

Rúni Árting fekk silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Rúni Árting fekk silvurmedalju fyri 30 ár á sløkkiliðnum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-10-04 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar sløkkilið varð stovnað í 1933 og heldur vanliga ársdag 1. oktober.

Soleiðis var eisini í ár, og hesa ferð varð høvið eisini nýtt til at heiðra fleiri fólkum, sum hava verið í starvi hjá Tórshavnar sløkkiliði í nógv ár.

Birgir Davidsen og Rúni Árting hava havt 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fingu teir tí silvurheiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.

Ólavur Rasmussen hevur havt 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann medalju frá drotningini og gávu frá Tórshavnar kommunu.

Eigil Olsen hevur havt 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fekk 20 ára anciennitetstekn.

Sløkkiliðið heiðraði eisini Ólavi Midjord, sum hevur havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og Ann W. Rubeksen og Elsu Thorkildshøj, sum hava havt ávikavist 60 og 50 ára føðingardag herfyri.

Harumframt fekk Sigurð Hansen, aktingarmaður hjá Tórshavnar kommunu, gávu og gávubræv frá kommununi fyri at hava røkt starvið sum aktingarmaður í 25 ár. Aktingarmaðurin heldur til á Brandstøðini við Oyggjarvegin.

[object Object]
Frá vinstru: Bergur Robert Dam Jensen (formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráði), Heini Østerø (sløkkiliðsleiðari), Eigil Olsen, Birgir Davidsen, Rúni Árting, Ólavur Rasmussen, Ólavur Midjord, Sigurð Hansen, Ann W. Rubeksen og Elsa Thorkildshøj (Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder