Ein kundi ímynda sær, at sóttarhald í 14 dagar, tá ein kemur til Føroya fær tey flestu at halda seg aftur. Men tað er vaksandi eftirspurningur eftir ferðaseðlum hjá Atlantsflogi, sum í løtuni bara flýgur millum Vágar og Keypmannahavn.
Tað veit útvarpið í dag.
- Vit hava valt at leggja hósdag inn afturat umframt mánadag, mikudag og fríggjadag. Tað er tí vit síggja at fleiri fólk eru við, og fyri at umganga at ov nógv fólk eru í flogførunum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið.
- Ábendingarnar vit hava er at nógv ung lesandi eru liðug við sína útbúgving og ynskja at koma heim. Tað er ein vøkstur innan tað økið, sigur Jóhanna á Bergi.
Undir vanligum umstøðum hevði Atlantic Airways nærkast 40 túrar úr Føroyum um vikuna, og nú kemur talið altso upp á fýra fyribils.
Hetta verður galdandi frá 1. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald