Innanlands

Fleiri tiknir fyri rúsdrekkakoyring um vikuskiftið

Tveir bilførarar vórðu tiknir í Havn, ein í Klaksvík og ein varð tikin á Strondum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-11 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið fýra bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Tveir í Havn, ein í Klaksvík, og ein á Strondum.

Tíðliga leygarnáttina varð ein tikin fyri at koyra ávirkaður í høvuðsstaðnum, og umframt hetta varð hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort, tí tað hevði hann nevniliga longu mist.

Sunnunáttina vórðu tveir bilførarar tiknir - ein í Havn, og ein í Klaksvík, og sunnudag fyrrapart var aftur ein tikin fyri rúsdrekkakoyring á Strondum. Blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder