Innanlands

Fleiri tiknir í ferðsluni í gjár

Seinasta samdøgrið eru fleiri tiknir fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-10 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan. Tó vórðu ferðslukanningar gjørdar kring landið, og vórðu fleiri lógarbrot skrásett í hesum sambandi.

Fríggjamorgunin vórðu ferðmátingar gjørdar á Stangavegi í Klaksvík, har mest loyvda ferðin er 40 km/t. Har vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at koyra millum 56 og 60 km/t, og tveir fingu treytaða frádøming fyri at koyra yvir 60. Tann eini bilførarin hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, og fær hann koyriforboð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Seint um kvøldið vórðu ferðmátingar eisini gjørdar í Kollafjarðartunlinum, og har fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 106 km/t.

Í nátt tók løgreglan eisini tveir, sum koyrdu ov skjótt á prutli. Ein varð tikin í Vágum, og ein í Norðurstreymoy. Bæði koyrdu millum 60 og 70 km/t. Eisini tók løgreglan tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring í ávikavist Klaksvík og í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder