Innanlands

Fleiri túsund krónur stolnar í Páls høll

Fýra mál vóru um stuldur í gjár

2023-10-12 08:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjár fýra fráboðanir um stuldur.

Í Havn vóru fólk farin inn í ein skrivstovubygning, og fóru avstað við ymsum skrivstovulutum. Eisini kom fráboðan um stuldur av einari telefon í Glitnir í Havn.

Seinni var aftur ein fráboðan um stuldur, og hesaferð vóru skógvar stolnir í einum klædnarúmi í einum skúla í Havn.

Løgreglan hevur funnið fram til tjóvarnir í øllum trimum málunum.

Fjórði stuldurin hendi í Páls høll, har stolið varð úr klædnarúminum hjá gestum sum gera brúk av tilboðnumum í svimjihøllini. Vaktleiðarin á løgreglustøðini fær í morgun ikki sagt nágreiniliga hvør upphæddin var, men sigur, at talan var um fleiri túsund krónur.

Í hesum føri er gerningsmaðurin ikki funnin enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder