Uttanlands

Fleiri túsund skjálvtar á Norðurlandinum seinastu tíðina

Nógvur aktivitetur í íslendsku undirgrundini

Skriðulop vóru á Norðurlandinum orsaka av skjálvtunum (Mynd: Veðurstofa Íslands)

Skriðulop vóru á Norðurlandinum orsaka av skjálvtunum (Mynd: Veðurstofa Íslands)

2020-06-24 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendingar hava upplivað yvir 5.000 størri og smærri jarðskjálvtar síðan fríggjadagin. Tað er fram við Norðurlandinum, at rystingarnar hava verið.

Minst tríggir av skjálvtunum higartil hava ligið oman fyri fimm á richterskalanum, og ein teirra merktist í høvuðsstaðnum Reykjavík, ið liggur 265 kilometrar frá skjálvtamiðdepilinum, skrivar Brerlingske Tidende.

Um middagsleitið í dag vórðu minst tveir skjálvtar skrásettir út fyri Siglufjörð og Eyjarfjörð.

Ongi fólk hava fingið skaða av hendingunum, men íslendska veðurstovan metir, at okkurt størri kanska er í væntu.

Talan kann verða um ein jarðskjálvta oman fyri sjey á richterskalanum, ið kan koma ein av komandi døgunum, sigur Einar Hjörleifsson náttúruserfrøðingur á Veðurstofu Íslands við Morgunblaðið.

Í Íslandi óttast tey eisini fyri, at vaksandi aktiviteturin í undirgrundini kann føra til, at eldgosið Grímsvötn undir Vatnakökuli kann fara at goysa.

Síðst tað goysti úr Grímsvötnum var í 2011, tá fleiri hundrað flogfør máttu avlýsast orsaka av øskuskýggjum. Árið fyri sendi Eyjafjallajökull øskuskýggj út, sum legði alla flogferøsðu lamna yvir tað mesta av Evropa.

Granskarar rokna við, at um tað fer at koysa í Grímsvötnum, fer tað neyvan at órógva flogferðsluna eins nógv, og Eyjafjallakökull gjørdi. Men vandi er fyri tí, ið íslendingar rópa ’jökulhlaup’. Tað er tí jøkulsísur tiðnar og stórar mongdir av bræðingarvatni loypir við stórum oyðileggingum við sær. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder