
Í dag er nýggja vælveruhúsið hjá Hotel Føroyum latið upp fyri almenninginum. Hotellið oman fyri høvuðsstaðin hevur í longri tíð havt eitt tilboð, tey kalla Ress, har møguleiki er at keypa sær vøddamýking og ymisk sløg av vælgerandi kropsviðgerðum.
Í dag er so nýggja vælveruhúsið eisini latið upp. Húsið liggur nakað frá hotellinum oman móti viðarlundini í Kerjum. Í Ress spa eru fleiri møguleikar at njóta vælveru og friðsælu.
Her ber til at slappa av í heitum hyljum, ymsum hitarúmum og eisini fáa eitt gott afturvið til góman. Millum tilboðini er sokallaði infinity pool’urin uppi á takinum við serliga góðum útsýni yvir Havnina og út móti Nólsoynni.
Umframt innandura og uttandura hyljar, hevur vælveruhúsið eisini ísbað, grótbað, guvubað og tvey hitarúm umframt eina kafé.
Atgongdin til vælveruhúsið kostar 595 krónur og afturat hesum ber til at bíleggja sær ymiskar pakkar, antin við viðgerðum, ella við gisting og máltíðum í tilknýti til vælverutilboðini.
Gilið - gøtan sum leiðir frá Hotel Føroyum oman í vælveruhúsið (Mynd: hotelforoyar.fo)
(Mynd: hotelforoyar.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald