
Tað er ein ávís óvissa í luftuni í Eysturkommunu. Jóhan Christiansen hevur verið borgarstjóri øll 12 árini hjá kommununi, sum er ein samanlegging frá 2009 av Leirvíkar kommunu og Gøtu kommunu. Leirvíkingurin stillar ikki upp aftur, og harvið fer kommunan frá 1. januar 2021 at hava ein annan borgarstjóra.
Fólkið skal ikki beinleiðis velja ein borgarstjóra, men úrslitið fer sjálvsagt at peika onkran veg. Í mun til undanfarnu val er ikki heilt politisk uppstilling í Eysturkommunu. Tríggir listar eru, sum hvør í sínum lagi eru merktir av ymsum ávísum hugsjónum, men sum ikki hoyra til politiskar flokkar.
Valstaðið við Gøtugjógv er eitt sindur størri enn tað í Leirvík: 861 fólk hava valrætt við Gøtugjógv - tað eru tey sum búgva í júst hesi bygdini, í Norðragøtu, í Syrðugøtu og Undir Gøtueiði - og tað eru 57 fólk fleiri enn til valið í 2016. Í Leirvík hava 716 fólk valrætt, og harvið kunnu beint undir 1600 fólk samanlagt velja. 29 fólk eru at velja í - sí niðast - og níggju sessir eru uppá spæl.
Í fimleikahøllini við Gøtugjógv verður gjørt upp annanhvønn tíma, og klokkan 14 høvdu 204 fólk valt har. Tað svarar til 23,7 prosent, og tað eru 2,2 prosent fleiri enn um somu tíð í 2016. Poula á Líðarenda, valstýrisforkvinna, sigur, at tað hevur verið ein nøkulunda javnur streymur, og at tað verður innanfyri næstu tímarnar, at tað kann væntast, at gerast fleiri og fleiri fólk, sum koma samstundis.
Tá liðugt er at telja upp í Leirvík og í Gøtugjógv, verða atkvøðurnar savnaðar í býráðshúsinum í Norðragøtu, har endaliga úrslitið verður greitt. Talan kann gerast talan um eitt
EYSTURKOMMUNA
Listi Á, Áfram
1. Benjamin Tvørfoss, bankalærlingur, Norðragøta
2. Fríðgerð Heinesen, bókhaldari, Leirvík
3. Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, Norðragøta
4. Jón Tyril, sjálvst. vinnurekandi, Norðragøta
5. Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, hjálparfólk, Norðragøta
6. Rúni Justinussen, húsasmiður, Syðrugøta
7. Hákun Andreassen, savnsteknikari, Leirvík
8. Tummas E. Justinussen, sølumaður, Leirvík
Listi C
1. Anna Tórbjarnardóttir, námsfrøðingur, við Gøtugjógv
2. Hans Mourits Foldbo, sálafrøðingur, Norðragøta
3. Bjørg Joensen Eskildsen, múrari, undir Gøtueiði
4. Unn Jarnskor Ellingsgaard, námsfrøðingur, Syðrugøta
5. Marita Klein Joensen, hagfrøðingur, Syðrugøta
6. Edvard á Hólalagnum, maskinmeistari, Leirvík
7. Regin Strømsten, sjómaður, Norðragøta
8. Bárður Reinert Joensen, skrivstovumaður, Leirvík
Listi V, Borgaralistin
1. Petur Súni Jacobsen, maskinmaður, Leirvík
2. Magnus Skoralíð, business cont., Leirvík
3. Tollakur Joensen, smiður, Norðragøta
4. Marjun Andreasardóttir, støðleiðari, Syðrugøta
5. Hans Jacob á Líknagøtu, sølumaður, Syðrugøta
6. Dánjal Andreasen, maskinmaður, Leirvík
7. Eyðun Hansen, stjóri, Norðragøta
8. Alfred Ellingsgaard, arbeismaður, Leirvík
9. Katrin Kjartansdóttir, flogterna, Leirvík
10. Hjalti Dalheim, lærari, Norðragøta
11. Uni Rasmussen, stjóri, Norðragøta
12. Per Martin Gregersen, sølumaður, Norðragøta
13. Hugo Skorastein, stýrimaður, Syðrugøta

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald